Hvussu gera vit?

  • Kundin setur seg í samband við okkum og sigur sína ætlan. 
  • Vit veita eitt óbindandi tilboð og eina tíðarlinju. 
  • Tekur kundin av, byrjar verkætlanin. 
  • Vit avgera saman hvussu endaliga úrslitið skal síggja út. Hvat slag av tak, vindeygu, útveggir o.s.fr. skulu nýtast (kundin hevur altíð seinasta orðið). 
  • So byrja vit uppá 1. stig (sí niðanfyri)

1. Stig

Eftir, at kundin hevur framlagt síni ynskir, møguliga saman við skitsum, krøvum ella myndum, byrja vit uppá stig 1.

Vit tekna so eitt flott uppskot, sum vísir útsjóndina av húsinum (innrætting og útsjónd uttan og innan í 3D.) Møguleiki er eisini at fáa eina leinkju sendandi, so at kundin sjálvur kann ganga runt inni í húsinum og síggja, hvussu tað endaliga úrslitið fer at síggja út (sí dømi undir AVRIK). 

Í fyrsta stig fær kundin so møguleika at koma við broytingum og øðrum ynskjum. Vit rætta so til og senda uppskot 2 aftur til kundan, har hann aftur fær møguleika at koma við broytingum. Síðani gera vit uppskot nr 3, (um neyðugt). Tá ið kundin endaliga hevur góðkent stig 1 (hvussu húsið skal síggjast út og innrættast) senda vit faktura uppá 50% av avtalaða kostnaðinum. Síðan byrja vit uppá Stig 2.

2. Stig

Her gera vit allar neyðugar detaljutekningar til byggiloyvi.  Hesar tekningar kunnu eisini nýtast til at biða um tilboð uppá tilfar frá veitarum, so sum Balslev, Borg og aðrir timburhandlar. Vit veita sjálvsagt eisini útrokning av orkurammu.