

Send okkum eini boð og vit taka eitt
óbindandi prát um tykkara ætlan.
Húsa Design
Byggiráðgeving, húsatekningar, orkurammur o.s.fr.
Vit veita ráðgeving um bygging og gera støðumet av verandi húsum. Vit tekna øll slag av húsum og útrokna orkurammur
Húsatekning
Byggiráðgeving og orkurammir
Loftmyndir (dronumyndir)
Kundanøgdsemi og góðska hevur nógv at siga fyri okkum
Síðani tekna vit eitt dømi til tykkara, har tit kunnu koma við viðmerkingum ella góðkenning. So verður alt teknað endaligt og gjørt klárt at senda inn til býráðið fyri at søkja um byggiloyvi.
Vit tekna tykkara dreymahús
Vit tekna tykkara dreymahús, bilhús ella úthús.
Einki er ov lítið ella ov stórt.
Send okkum eini boð og vit taka eitt óbindandi prát um tykkara ætlan.

Heilt sikkurt viðmælt HúsaDesign
Vit eru sera væl nøgd við HúsaDesign. Góðar tekningar, avgreitt skjótt og sera góð tænastu. Vit høvdu heilt sikkurt viðmælt HúsaDesign, um onkur ivast.
Kristoffur J. Hentze, Hagstova Føroya

Dreyma tekning
Túsund takk fyri dreyma tekningina, hettar er nógv betur enn hvat jeg væntaði tað fór at verða. Enn einaferð túsund takk!
Benjamin Nielsen, 1st officer Smyril line

Gott gjørt arbeiðið
Takk fyri væl úr hondum greitt arbeiðið.
Bárður Vágfjall

Kann heilt víst anbefalla
Fekk svar uppá fyrispurning beinavegin og gjøgnum alla tillagingina vóru teir sera nemmir at vera i samband við, beinavegin klárir við góðum ráðum.
Arbeiðid var eisini bæði skjótt og væl gjørt.
Kann heilt víst anbefalla Húsadesign, um tað skuldi veri onkur ið hevur brúk fyri einari skjótari og góðari tænastu.

Tit eru best!
Eg eri sera væl nøgd við hjálpina, sum eg fekk frá HúsaDesign, teir duga væl.
Sabina Poulsen

Kostnaðurin heldur
Húsadesign hjálpti mær væl við teimum ynskum sum eg hevði. Rættingar og tilmæli blivu gjørd í góðum samstarvi og innanfyri tann kostnað, ið var avtalaður innan projekti byrjaði.
Gudmundur Danielsen, Ítrottarfysiologur/ítrottarvenjari

Húsatekning við útrokning av orkurammu
Húsa Design hevur teknað sethús til okkum við útrokning av orkurammu. Tað gekk sera væl tað heila.
Jóhan Berg Danielsen, Olympic Shipping

Skjót og góð tænasta
Vit eru sera væl nøgd við tænastuna vit fingu frá Húsa Design. Tað gingu bert tvær vikur frá vit kontaktaðu teir og til vit høvdu allar tekningar uppá pláss til at søkja um byggiloyvi.
Erland & Annika

Góð og skjót hjálp
Teir eru skjótir at hjálpa tær, við einum uppskoti ella fleiri og at fáa tađ niður a pappír sum ein ynskjur.
Jóhan Højgaard, Skipsførari

Skjótir at gera broytingar
Eg eri sera væl nøgdur við alt arbeiði sum Húsa Design hevdur gjørt fyri meg.
Skuldi nakað broytast, so vóru teir skjótir og jaligir at gera tað.
Fróði Fossádal

Skjótt byggiloyvi
Eg eri sera væl nøgdur við samstarvið hjá Húsa Design. Teir arbeiða skjótt og teir syrgdu fyri, at eg fekk byggiloyvi, so klårt var at byggja.
Eg kann væl viðmæla Húsa Design.
Helgi Johansen, PAM Offshore Service

Skjót og góð avgreiðsla
Skjót og góð avgreiðsla. Vit fingu altíð skjótt svar og føldi at tit dugdu væl at seta tykkum inn í hvat vit ynsktu okkum.
Belinda og Karl Kjærbo

Góð og skjót levering
Húsa Design hevur gjørt okkum tekning. Hetta gekk bæði skjótt og væl.