Um Húsa DesignVit veita arkitektur og byggiráðgeving og hava øll tey nýggjastu og dagførdu skeiðini innan byggikunngerð, bjálving, orkurammu, thermofotografering, soppar, kuldabrýr o.s.fr.

Vit hava serligan førleika, tá tað kemur til at projektera sethús og leggja dent á at vera álítandi og at veita eina dygdargóða tænastu og halda allar gjørdar avtalur.

Eisini hava vit tætt samstarv við timburmeistara og byggiverkfrøðing.

Vit tekna eftir tínum ynskjum!

Eru tit troytt av, at tit bert kunnu velja millum nøkur fá typuhús, har øll næstan eru líka?
Og at tit so skulu bíða 1 ella 2 ár áðrenn tit fáa húsið?

Ella vilja tit sjálvi sleppa at avgerða júst hvussu tykkara hús skal síggja út?

Vit hava fleiri ára royndir innan húsabygging og ráðgeving.

Vit hjálpa tær! Send okkum eini boð!

Kundanøgdsemi og góðska hevur nógv at siga fyri okkum

[testimonial_rotator id=”10612″ shuffle=”true”]