Tá ið tað snýr seg um at byggja eini hús. Er tað sera týdningarmikið, at hetta verður gjørt við væl umhugsaðum loysnum og í samstarv við ein byggiráðgeva. Her í Føroyum hoyra vit alt ov ofta um byggigølur, sum heilt víst kundi verið fyri uttan um bert kundin valdi at tosa við ein ráðgeva ÁÐRENN byrjað varð at tekna/projektera.

Vit í HúsaDesign ganga sera høgt uppí, at okkara kundar eru nøgdir og at húsið verður væl frágingið so eingin “feilur” er í.

Og vit hava tætt samstarv við byggiverkfrøðing og timburmeistara, so vit altíð finna tí bestu loysnina til tín.

Set tykkum í samband við okkum og vit hjálpa tær.